Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2023 14:44

Beiggjarnir halda fram á Toftum

Mynd: B68

B68 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við beiggjarnir Villiam og Bartal Páll Klein.

Tískil vera teir aftur at síggja í B68 búnanum komandi ár.

Sambært Faroesoccer, leikti Villiam 19 dystir í Betri deildini og skeyt 4 mál. Meðan beiggin leikti 11 dystir, men hevur enn tilgóðar at skjóta sítt fysta mál í bestu deildini.