Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2023 08:55

Verjukempan longt sáttmálan við B68

Mynd: B68

21-ára gamli nesmaðurin Áki Johannessen, sum leikti eina frálíka steypafinalu móti HB, hevur gjørt nýggjan sáttmála við barnsdómsfelagið B68. Hetta boðar felagið frá.

Sambært Faroesoccer hevur stinni verjuleikarin leikt 61 dystir og skotið 3 mál í Betri deildini.

Eisini hevur hann umboða føroyska U21 landsliðið har hann er skrásettur fyri at hava leikt 9 dystir.