Sjóvar kommuna
Nú tað er hált og kavi á vegnum, saltar og grevur kommunan vegirnar.
Tað standa oftani nógvir bilar parkeraðir á almennu vegunum. Hetta órógvar oftani saltingina og kavaruddingina, og ger at tað ikki verður salta og grivið so gott sum tað kundi.
Kommunan vil tí heita allar bilførar, um ikki at parkera á almennu vegunum, men í mesta mun brúka parkeringsplássini.