Sum myndin frá 2018 vísir, so er hetta ræðsludømi hjá øllum foreldrum. Treylarin er gliðin av vegnum út á gonguteigin beint uttanfyri skúlan við Gøtugjógv.
Eysturoyarportalurin setti fyrr í vikuni sjóneykuna á nógv traffikkeraða vegin í Gøtugjógv, har Landsverk fyrr í ár asfalteraði. Eitt sera útsett og vandamikið vegastrekki hjá børnum og vaksnum.
Síðani tá hevur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, verið alment úti og rópt varskó og sagt at farleiðina er sera vandamikil at ferðast eftir. Eisini onnur í lokalu politisku skipanini hava gjørt vart við sína ónøgd.
Víst hevur verið á, at tørvurin á gongubreyt og dagføring av innkomuvegunum er ein harðliga tiltrongd íløga og sum má gerast skjótast gjørligt. Og at trygdin hjá børnum og tí ábæru ferðsluni eigur at hava allar hægstu raðfesting hjá politikkarunum.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, róði eisini framundir, at nú er tíð at grava framaftur ætlaninar um Gøtudalstunnilin, sum hevur verið á tekniborðinum í nógv ár. Ein loysn sum hevði loyst nógvar trupuleikar í einum høggi.
Áhugavert, og vert at leggja tilmerkis er annars, at heili 5 av 7 fíggjarnevndarlimum koyra dag og dagliga framvið hesum vegastrekki til og frá arbeiðið í løgtinginum.
Í svarið frá Landsverk til Fíggjarnevndina hevur Landsverk upplýst, at serstaka játtanin til asfaltering, sum á fyrsta sinni var sett av í ár, fer til tríggjar verkætlanir næsta ár.
Tað er at asfaltera frá rundkoyringini í Miðvági til íbindingina til flogvøllin, at asfaltera Kaldbaksbotn, og at arbeiða við gongubreytini við Gøtugjógv, har gongubreytin skal asfalterast, íbindingar dagførast og kantsteinar útskiftast, sum tað eitur.
Ein av fíggjarnevndarlimunum, Hanna Jensen, heldur tó, at orðingin til fíggjarnevndina er heldur ivasom. Tí í orðingini verður sagt soleiðis “Um játtanin røkkur, er ynskiligt at arbeiða við gongubreytini við Gøtugjógv, har gongubreytir skulu asfalterast, íbindingar dagførast og kantsteinar útskiftast”.
So er spurningurin, um vanlukkan skal henda áðrenn politikarar vakna og taka sær um reiggj.
Myndir: Terji Hansen



