24 ára gamli havnamaðurin á Toftum, Ragnar Samuelsen, hevur longt sáttmálan við B68. Hetta boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Júst farna kappingarár leikti hann 24 av 27 landskappingardystum, har hann skeyt fýra mál.
Hann hevur verið ein týðandi leikari hjá B68 á miðvøllinum hetta kappingarárið, sum nú so hevur avgjørt at halda áfram á Svangaskarði eitt ár afturat.
Sambært Faroesoccer hevur Ragnar leikt 125 dystir í Betri deildini, har hann hevur umboða, umframt B68, eisini barndómsfelagið B36 og EB/Streym.