Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2023 07:29

Ragnar Skála til Skála ÍF

Jóannes A. Prestá, formaður og Ragnar Skála (Mynd: Skála)

Skála Ítróttarfelag

Ragnar Skála av Argjum verður partur av hópinum hjá Skála ÍF í Betri deildini næsta ár.

Ragnar er 23 ára gamal og hevur spælt fótbólt við AB seinastu nógvu árini. Tilsamans hevur Ragnar spælt 53 dystir í bestu mansdeildini og hevur umboða Føroyar á U21 landsliðnum í 2021 og 2022.

“Vit kunnu við gleði kunngerða at Ragnar Skála í gjárkvøldið hevði sína fyrstu venjing undir Mýruhjalla og síggja fram til eitt spennandi samstarv” sigur Jóannes A. Prestá.