Hugnaliga og væl umtøkta tiltakið “Vit syngja jólini inn” verður í ár hildið fyri 12. ferð. Kvøldið er – eins og áður – skipað sum ein sanggudstænasta við nógvum, góðum og kendum jólasálmum og fjøltáttaðum (lokalum) undirspæli afturvið. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum tekur lut, og við teirra hjálp verða 4 av teimum 8 felagssálmunum sungnir fleirraddað.
Harafturat fer Jonnhild Reynholdsdóttir, sum er uppvaksin og býr á Skála, at hava jólahugleiðingar. Jonnhild er – umframt so nógv annað – býráðspolitikari og er einasta umboð, valt á lokala Skála-listanum. Hon er eisini fyrsta kvinna av Skála, sum er vald í samanløgdu Runavíkar kommunu, har hon nú situr sína aðru setu. Hon er forkvinna í Tøkni- og umhvørvisnevndini og situr eisini í tveimum øðrum nevndum.
Nógv børn og foreldur teirra eru komin í samband við Jonnhild í hennara áralanga starvi á Tannlæknastovuni á Skála, har hon við sínum blídliga práti man hava hjálpt mongum barni til ikki at stúra fyri at fara til tannlækna. – Vit gleða okkum at hoyra, hvat Jonnhild fer at siga okkum í sínum jólahugleiðingum og vóna og vænta, at nógv taka sær stundir til at vera við til hetta hugnaliga og jólaliga tiltak – vælkomin!
Aftan á gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.