Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2023 10:09

200 ár á føroyskum og framvegis sprell-livandi!

Føroyska Bíbliufelagið

Tað er ein vón! Ynski um at kynda vón, fekk í 1823 Schrøter prest í Hvalba, at umseta og útgeva Matteusar-evangeliið á føroyskum.

Hóast einki føroyskt skriftmál var, forðaði tað ikki fyri, at vónarboðskapurin fram um allar, varð lisin og skiltur á móðurmálinum. 


Vónina kenna vit í einum orðið: Gud! Honum møta vit í Bíbliuni á ein heilt serligan hátt, í soninum Jesusi Kristi, sum gjørdist “hansara tulkur” fyri okkum. 


Og nú 200 ár seinni, møta fólk í Føroyum framvegis Jesusi og fylgja honum dagliga, undir øllum teimum umstøðum, sum lívið bjóðar. Hann er líka livandi nú, sum tá hann gekk á Jørðini. 


Tí lesa fólk framvegis Bíbliuna 


Hesa vikuna er Bíbliulesiætlanin komin út í flestu kirkjur og samkomur. Hon er ætlað sum ein hjálp til at skipa dagligan lesnað í Guds orði. Her eru brot úr Bíbliuni at lesa til hvønn dag, og sunnudagar samsvara lesturin við skriftstøðini við prædikutekstin í Fólkakirkjuni. 


Eisini í hesi útgávuni siga fólk frá, hví tey lesa í Bíbliuni, og hvat tey fáa burturúr. Bíbliulesiætlanin byrjar altíð 1. fyrsta sunnudag í advent og heldur fram til sama dag í 2024. 


Bíbliulesætlanin fæst í kirkjum og samkomum um alt landið. Einstaklingar kunnu bíleggja hana frá Føroyska Bíbliufelagnum á teldupostinum biblia@biblia.fo ella við at ringja á tlf. 787826.

Tú er eisini vælkomin at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum og nýggju bíbliutýðingini á heimasíðuni www.biblia.fo. Tað er sera einfalt, tú trýstir bara her, so kemur tú til stuðulssíðuna hjá Bíbliufelagnum. 


Okkara vón og ynski er, at lesiætlanin kveikir vón í okkum. Í hesum einum heimi fullum av líðing, kríggi og deyða, men eisini kærleika, umsorgan og friði, knýtir veruliga vónin seg til ein. Vónin er  ein persónur – Jesus.

 Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her