B68 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Fríða á Borg.
Fríði á Borg er 20 ár og hevur áður leikt við B36, Undrið og FC Hoyvík. Komandi árið verður hann so at síggja á Svangaskarðið í reyðu blusuni.
Um onkur kennist við eftirnavnið, so er tað ikki so løgið. Fríði er sonur núverandi B68 venjarin, Jákup á Borg.