Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.12.2023 13:24

Hanna Jensen spyr um ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv

Á tingfundinum í dag seti eg Dennisi Holm, Landsstýrismanni í samferðslumálum hendan munnliga fyrispurning í løgtinginum:

1) Hevur landið ætlanir um at bøta um farleiðina gjøgnum Gøtugjógv, serliga viðvíkjandi trygd fyri tey, sum eru til gongu framvið vegnum?

2. Um ja, hvørjar eru ætlanirnar?

3. Hvør er metti metraprísurin fyri at seta gongubreytirnar við Gøtugjógv í góðan stand, eisini við nýggjum kantsteinum?

4. Hvør er samlaði prísurin fyri gongubreytir og fyri møgulig ferðslutálmandi átøk ella skipan av ferðsluni?

Viðmerkingar:

Viðurskiftini framvið landsvegnum við Gøtugjógv hava í longri tíð verið sera ivasom fyri tey, sum ferðast til gongu í økinum. Talan er um skúlabørn, børn frá dagstovninum Gjáa, íbúgvar í Syðrugøtu og Norðragøtu, sum ganga millum bygdirnar eins og til Gøtugjáar í sambandi við kirkju-og samkomutiltøk, til sjónleik o.a. hjá Losjuni Glotti, til tónlistaskúla-og kvøldskúlatilboð og mangt annað.Nú tá vegurin sjálvur varð asfalteraður herfyri, so gjørdist enn týðiligari, hvussu ótrygg farleiðin er fyri hesi omanfyri nevndu, har illa slitnar gongubreytir eins og niðurslitnir kantsteinar mynda leiðina frá sokallaðu Mortansstovubrekkuni, sumer innkoyring til Norðragøtu, og heilt til innkoyringina til Syðrugøtu.

Nakað av miðlaumrøðu hevur verið um málið, tí borgarar í Eysturkommunu hava nógvar tankar um veruligar ábøtur á ferðslutrygdina eins og væntanin er, at í minsta lagi gongubreytir og kantsteinar verða sett í góðan og nýtiligan stand. Hetta skal alt síggjastí ljósinum av, at nógv og tung ferðsla er í økinum, sum er einasta farleið fyri øll, sum búgva og virka hesumegin Gøtueiði.

Á Løgtingi, 6. desember 2023

Hanna Jensen