(Fyrsti partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)
Eysturoyggin brýtur frá øðrum økjum í landinum á tann hátt, at privata vinnan er sera sterk í oynni, og her eru lutfalsliga fá almenn arbeiðspláss. Mentanarliga verður oyggin bólkað í sonevnda “Bíbliubeltið”, og á politiska økinum hoyrir ein stórur partur til sonevnda “konservativa veingin”. Men hví er tað so?
Vit fara í hesi greinarøðini at lýsa hetta nærri.
Á løgtingsvalinum tann 8. desember 2022 var Javnaðarflokkurin tann stóri vinnarin. Flokkurin fekk 26,6 prosent av atkvøðunum, og harvið 9 tinglimir valdar. Men í Eysturoynni gekk ikki so væl hjá Javnaðarflokkinum. Bara 20 prosent av veljarunum í Eysturoynni valdu Javnaðarflokkin á valinum, og um vit síggja burturfrá, at tvey av teimum valdu eru uppvaksin í Eysturoynni, so skulu vit heilt niður á 15. plássið á toppskoraralistanum, fyri at finna eitt valevni, sum er skrásett at búgva í Eysturoy. Føroya størsti flokkur var sostatt rættiliga langt frá at fáa umboð úr Eystuoynni valt á ting, hóast 22,3 prosent av greiddu atkvøðunum á valinum komu úr Eysturoynni.

Hetta vísir, at í mun til restina av landinum, hellir Eysturoyggin meira tann borgarliga vegin. Ikki er óhugsandi, at hetta millum annað hongur saman við, at nógv vinnulív og lutfalsliga fá almenn arbeiðspláss eru í oynni
Hjá næststørsta flokkinum, Sambandsflokkinum, var støðan tann øvugta. Flokkurin fekk samanlagt 20 prosent av atkvøðunum, men 28,6 prosent av veljarunum í Eysturoynni valdu Sambandsflokkin. Av teimum 7 valdu tinglimunum búgva tveir í Eysturoynni, meðan fyrsti og triði varalimurin eisini eru eysturoyingar. Tað vil siga, at um flokkurin kom í samgongu og fekk trý landsstýrisfólk, so kundi meirilutin av tingbólkinum verið eysturoyingar.
Fólkaflokkurin hevur eisini eitt rímiliga gott tak á eysturoyingum. Flokkurin fekk 21,1 prosent av atkvøðunum í Eysturoynni móti 18,9 prosentum fyri alt landið. Ein av teimum 6 tinglimunum býr í Eysturoynni, og tað ger nummar 9 á listanum eisini.
Tjóðveldi, sum fekk 17,7 prosent av samlaðu atkvøðunum á valinum, lá heilt niðri á 12,8 prosentum í Eysturoynni. Eingin av teimum valdu býr í Eysturoynni, hóast onkur hevur røtur hiðani. Vit skulu heilt niður á 11. plássið á toppskoraralistanum fyri at finna eitt valevni, sum býr í Eysturoynni.

Millum smærru flokkarnar stóð Miðflokkurin seg væl í Eysturoy (9,1 prosent móti 6,6 prosentum fyri alt landið). Sjálvstýrisflokkurin fekk 3 prosent av atkvøðunum í Eysturoynni móti 2,7 prosentum fyri alt landið, og Framsókn stóð seg verri í Eysturoynni enn í restini av landinum (5,4 prosent í Eysturoy móti 7,5 prosentum fyri alt landið). Einki av valdu umboðunum fyri hesar flokkarnar býr í Eysturoy, men trý tey fyrstu varaumboðini hjá Miðflokkinum og næsta og triðja varaumboðið hjá Framsókn eru eysturoyingar. Sjálvstýrið fekk einki umboð valt í løgtingið.

Eysturoyingar valdu gomlu samgonguna
Eftir valið skipaðu tríggir flokkar samgongu. Hesir vóru somu flokkar, sum í farna valskeiði, saman við Sjálvstýri, vóru andstøða. Tað vil siga, at flokkarnir býttu um leiklut. Gamla samgongan bleiv andstøða og gamla andstøðan bleiv samgonga.
Um vit hyggja eftir, hvussu atkvøðurnar býttu seg millum samgongu og andstøðu, so fingu núverandi samgonguflokkar samanlagt 51,8 prosent av atkvøðunum á valinum, meðan andstøðuflokkarnir fingu 45.5 prosent. Tá eru atkvøðurnar hjá Sjálvstýri ikki taldar við. Men í Eysturoynni fingu núverandi samgonguflokkar bara 38,2 prosent av atkvøðunum og verandi andstøða fekk 58,8 prosent. Tá var valið í 2022 eitt val, har verandi andstøðuflokkar samanlagt høvdu afturgongd. Á valinum í 2019, tá støðan var tann øvugta, fingu verandi samgonguflokkar tilsamans 31,6 prosent av atkvøðunum í Eysturoy og andstøðuflokkarnir fingu 63,3 prosent.

Hetta vísir, at í mun til restina av landinum, hellir Eysturoyggin meira tann borgarliga vegin. Ikki er óhugsandi, at hetta millum annað hongur saman við, at nógv vinnulív og lutfalsliga fá almenn arbeiðspláss eru í oynni. Men uttan iva eru eisini onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi. Tað fara vit at hyggja nærri eftir í einum øðrum parti í hesi greinarøðini.
Ár | Úrslit í Eysturoy | Úrslit fyri alt landið | Munur millum Eysturoy og restina av landinum |
1928 | 3,7% | 10,6% | 6,9 |
1932 | 5,6% | 10,5% | 4,9 |
1936 | 18,7% | 24,0% | 5,3 |
1940 | 19,9% | 23,7% | 3,8 |
1943 | 15,7% | 19,9% | 4,2 |
1945 | 20,8% | 22,8% | 2,0 |
1946 | 23,5% | 28,1% | 4,6 |
1950 | 15,8% | 22,4% | 6,6 |
1954 | 12,9% | 19,8% | 6,9 |
1958 | 21,3% | 25,8% | 4,5 |
1962 | 22,4% | 27,5% | 5,1 |
1966 | 23,7% | 27,0% | 3,3 |
1970 | 19,4% | 27,2% | 7,8 |
1974 | 18,3% | 25,8% | 7,5 |
1978 | 13,2% | 22,3% | 9,1 |
1980 | 14,3% | 21,7% | 7,4 |
1984 | 13,1% | 23,4% | 10,3 |
1988 | 15,0% | 21,6% | 6,6 |
1990 | 18,4% | 27,5% | 9,1 |
1994 | 9,2% | 15,3% | 6,1 |
1998 | 15,1% | 21,9% | 6,8 |
2002 | 16,5% | 20,9% | 4,4 |
2004 | 18,2% | 21,8% | 3,5 |

Fyrsti partur. Eysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsen, journalist.