Tíðindaskriv
Komandi sunnukvøld 17/12, syngur Gøtu Kirkju Ungdómskór jólini inn í Gøtu Kirkju. Gøtu Kirkju Barnakór luttekur eisini.
Skráin í ár er kanska tann mest fjølbroytta síðan kórið byrjaði at syngja jólini inn í 2011, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum-/verkum, sum fær øll í rætt jólahýrin. Temaði í ár er “klokkur”, so hetta kemur eisini at seta sín helt serliga dám á konsertina.
Kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so set 17.des. kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.
Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina.
Umframt kórið luttaka eisini tónleikarar saman við kórinum,
Kórleiðari og organistur er Símun Hammer
Kirkjukonsertir eru jú ókeypis, men tað verður sjálvandi høvi at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum, sum hevur stórar og avbjóðandi verkætlanir fyri framman í 2024.
Eftir jólakonsertina verður bjóða til ein drekkamunn.