Í dag kl. 14 var útgávutiltak á Miðnámi á Kambsdali, tá ið føroyalýsingin eftir Lucas Debes, Færoæ et Færoa Reserata, varð givin út sum samvirkin skúlabók júst 350 ár eftir, at bókin kom út á fyrsta sinni.
Bókin er fyrsta prentaða bók um Føroyar, og føroyakortið í bókini er fyrsta nágreiniliga kortið av føroysku oyggjunum. Lucas Debes lýsir føroysku náttúruna, føroyska samfelagið, søguna, fólkini, siðir, trúgv, matvanar og livikor.
Lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava gjørt yvirlit, kveikar og ymisk verkevni til teir átta kapitlarnar í bókini. Verkevnini knýta bókina til ymiskar lærugreinar á miðnámi og kveikja vónandi nýggjan áhuga fyri hesum undangonguverki í føroyskum yrkisbókmentum.
Tað er Nám, sum gevur bókina út, og útgávan er úrslit av samstarvi millum Nám og Miðnám á Kambsdali.
Eftir jólafrítíðina skipa lærarar á Kambsdali fyri vekstovudøgum í skúlanum, har næmingar fara at arbeiða við ymiskum verkevnum úr 350 ára gomlu bókini, og næsta skúlaár skipar Nám fyri skeiðum fyri lærarum, sum hava hug at brúka tilfari í sínari undirvísing.
Eysturoyarportalurin var á Kambsdali og tók nakrar myndir.




















