Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.12.2023 13:24

Eysturkommuna fer at útbyggja skúlan í Leirvík

Svend Sivertsen frá Fuglark og Per Martin Gregersen, borgarstjóri skrivaðu undir avtalu í gjár (Mynd: Eysturkommuna)

Eysturkommuna hevði eykabýráðsfund í gjárskvøldið, har samtykt var at útbyggja skúlan í Leirvík við áleið 2000m2.

Eysturkommuna skrivar soileiðis á heimasíðu síni:

Eysturkommuna hevði í gjár eykabýráðsfund har eitt samt býráð samtykti at taka av tilboðinum frá Fuglark um at standa fyri projektering av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla.

Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar. 

Talan er um eitt økið sum svarar áleið til 2000 m2.

Arbeiðið at projekterað byrjar beinanvegin, og verður eftir ætlan klárt at bjóða út seint í summar.

Eftir fundin skrivaðu borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen og Svend Sivertsen, stjóri hjá Fuglark, undir sáttmálan.

Mynd: Fuglark
Mynd: Fuglark

Spjaldur