Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2023 15:24

Bíbliubeltið

Mynd: Fólkakirkjan

(Fjórði partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)

Eitt hugtak sum ofta verður nevnt í politiskum høpi, er hugtakið “Bíbliubeltið”. Men hóast vit av og á hoyra hetta hugtakið nevnt, so er ikki heilt greitt, hvat hetta merkir og hvar landamarkið fyri føroyska Bíbliubeltið liggur. Men onkur hevur tó roynt at lýsa tað. 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, skrivaði soleiðis á VP tann 24. juli 2021: 

“Í heimligum jørðildi verður hugtakið nýtt um økið rundan um Skálafjørðin, bygdirnar innan fyri Gøtueiði og Klaksvík. Í hesum partinum av landinum stendur Hin Kirkjuliga Heimamissiónin sterk. Fríkirkjan Keldan og Brøðrasamkoman eru rættiliga virknar. Harafturat verða gudstænasturnar í kirkjunum væl vitjaðar sunnu- og halgidagar.”

Biskupur sigur eisini soleiðis um hetta serliga hugtakið: “Hugtakið Bíbliubeltið hevur ein neiligan undirtóna. Ikki óvanligt er at hoyra ella lesa um tey fundamentalistisku kristnu í økinum. Nógvar viðmerkingar tykjast niðrandi. Møguliga er talan um happing.”

Trúarlívið er sera virkið rundanum Skálafjørðin (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hendan lýsingin er helst ikki heilt av leið. Granskarin Heini í Skorini gjørdi í 2018, saman við Lóðri, eina spurnarkanning um átrúna. Tann kanningin vísti greitt, at føroyingar hava ymiskar áskoðanir um trúarspurningar alt eftir hvar tey búgva. Til dømis søgdu 71 prosent av teimum spurdu í Eysturoy og Norðoyggjum, at tey trúðu á ein persónligan Gud. Bara 44 prosent av teimum spurdu í Suðurstreymoy svaraðu ja til sama spurning.  

Hvørja ávirkan hetta hevur á valúrslitini er ilt at siga, tí í flestu flokkum eru valevni við ymiskum áskoðanum um átrúnaðarligar spurningar, tó at summir flokkar eru meira konservativir, meðan aðrir eru meira liberalir í slíkum málum. Miðflokkurin kann sigast at vera í eini serstøðu, við tað at flokkurin hevur átrúnaðarligar spurningar sum høvuðsmál. Á seinasta løgtingsvali fekk Miðflokkurin 9,1 prosent av atkvøðunum í Eysturoy og 7,2 prosent í Klaksvík móti 5,7 prosentum í Havn. 

Brændevinspartiet og Afholdspartiet 

Eitt mál sum var nógv frammi um tað tíðina tá vit fingu politiskar flokkar, og sum kann setast í samband við hugtakið “Bíbliubeltið”, var “brennivínsmálið”. Í 1905 høvdu føroysku fráhaldsfeløgini, sum vóru vaksin nógv hesa tíðina, savnað inn eina “adressu” (undirskriftir) við 5.600 undirskriftum fyri at avmarka rúsdrekkasøluna. Kanska ljóðar hetta ikki sum eitt ovurhonds stórt tal, men hetta vóru heili 65% av øllum teimum, sum tá vóru eldri enn 20 ár.

Rúsdrekka fylti nógv í gerandisdegnum hjá føroyingum, og Løgtingið samtykti í 1905 at fáa gjørt avmarkingar í rúsdrekkasøluni. Ein av høvuðsmonnunum aftanfyri tað uppskotið var Oliver Effersøe, sum árið eftir var við til at stovan Sambandsflokkin, og tað var eisini hann, sum á fólkatingsvalinum í 1906 vann á Jóannesi Paturson. 

Snapsur verður skonktur (Mynd: Tjóðsavnið)

Onkursvegna sær tað út til, at Jóannes Paturson hevur undirmett rúsdrekkamálið, og tann týdning, tað hevði millum fólk. Á fólkatingi segðist, at hann hevði einki gjørt fyri at fáa áheitanirnar frá løgtinginum samtyktar, og sum løgtingsmaður talaði hann beinleiðis ímóti uppskotinum um avmarkingar. Bóndin kom sostatt í andsøgn við bæði løgting og meirilutan av fólkinum. Í eini grein í Tingakrossi, sum hann hevði skrivað í Keypmannahavn, háðaði hann ta adressu, sum hevði heilar 5.600 undirskriftir. Hann segði seg ikki rokna við, at ríkisdagurin fór at samtykkja uppskotið frá løgtinginum, og haraftrat segði hann seg hava góða samvitsku, um kaggarnir rullaðu heim til Føroya enn sum áður.

Hetta gjørdi tað lætt hjá mótstøðufólkum hansara at brúka hetta “etiska málið” politiskt. Oliver Effersøe, sum sjálvur var íðin fráhaldsmaður, kallaði Sjálvstýrisflokkin fyri “Brændevinspartiet”, meðan hann sjálvur umboðaði “Afholdspartiet”, og tað mundi gera sítt til, at Oliver á fólkatingsvalinum vann á Jóannesi við ikki færri enn 1.129 atkvøðum móti 489. 

Vit kunnu út frá hesum siga, at sokallaðu “etisku málini” hava verið avgerandi partur av føroyskum politikki líka síðani floksbýtið.

 Brot úr greinini hjá Jóannesi Paturson í Tingakrossi frá 17. Januar 1906

Fjórði parturEysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsenjournalist.