Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2023 21:17

Rógvi Egilstoft nýggjur formaður í EB/Streymi

Mynd: EB/Streymur

Á aðalfundinum hjá EB/Streymi í kvøld boðaði formaðurin seinasta árið, Jógvan í Skorini frá, at hann tók ikki við afturvali.

Fótbóltsleikarin, Rógvi Egilstoft, sum nýliga gjørdi nýggjan sáttmála við júst EB/Streym, varð á fundinum valdur til nýggjan formann í felaganum.

Rógvi tekur við sum fyribils formaður.

Nú fyrrvernadi formaður, Jógvan í Skorini, segði á fundinum, at samstarvið í nevndini hevur verið gott, fíggjarliga gongur væl og felagið er í holt við at fyrireika seg til komandi ár.

Tað er tó tíðarkrevjandi at vera formaður í einum fótbóltsfelagi, og sum støðan er í løtuni strekkir tíðin ikki til, boðaði fráfarandi formaðurin frá, áðrenn hann takkaði fyri seg.