Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2023 15:18

Fagnaðarguðstænasta verður í Rituvíkar kirkju jólaaftan 

Fagnaðarguðstænasta verður í Rituvíkar kirkju jólaaftan kl. 11.00 í sambandi við, at 150 ár eru liðin síðani fyrstu niðursetufólkini settu búgv í Rituvík.  

Tollaksmessudag í 1873 spískar Per Højgaard sær blýantin heimi á Toftum og droymir um eitt nýtt lív Yviri í Haga, og soleiðis stendur at lesa í bókini, sum Dánjal Petur Højgaard hevur lagt til rættis um fyrstu niðursetufólkini í Rituvík:

“Ímorgin! – Morgindagurin verður – um Guð vil – tann dagur, har dreymar okkara í nøkur ár koma at gerast veruleiki.”

Nýtt lív byrjar um jólini og nýtt lív byrjaði eisini í Rituvík á jólum 1873, tá Per Højgaard og konan Nicolina gjørdu dreymin til veruleika. Nú 150 ár eru liðin verður fagnaðarguðstænasta í Rituvíkar kirkju jólaaftan kl. 11.00. Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar og sóknarprestur Meinhard Bjartalíð ber fram eina heilsu.

Nýggja verkið “Niðursetufólk” eftir Paula í Sandagerði verður frumframført. Verkið tekur støði í tveimum løgum eftir Hans Jacob Højgaard og er bygt á hugtøkini dirvi, eyðmýkt, arbeiðssemi og áhaldni. Tað eru ungu og gávuríku Ari Hammer Joensen á urgu og Ernst Remmel á trompet, ið fara at frumframføra verkið. Eisini luttekur Kór Glyvra Kirkju við kórsangi og Olaf Olsen fer at hava urgufylgispælið til fólkakæru jólasálmarnar.

Fagnaðarguðstænastan verður sjónvarpað beinleiðis í Kringvarpi Føroya og endursend 2. jóladag.