Víkingur skrivar:
Eftir ávíkavíst hálvt og eitt ár í donskum fótbólti koma Mona Rasmusdóttir og Jensa Tórolvsdóttir heim aftur í Sarpugerð at spæla.
Hóast bert 22 ára gamlar, so hava tær báðar longu verið partur av A-landsliðnum í fleiri ár, so tað er eingin ivi í, at Mona og Jensa koma at styrkja um Betri hópin hjá okkum.
Í Føroyum hava tær báðar ikki umboðað annað felag enn Víking, og vit gleðast sjálvsagt um, at tær aftur vera at síggja í ljósabláum.