Sjóvar kommuna skrivar:
Sambært kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, skulu allir oljutangar í kommununi skrásetast.
Í kunngerð stendur m.a.:
Skráseting av tangum
§ 10. Kommunan skal skráseta allar oljutangar innan 1. januar 2022 sbrt. stk. 2.
Stk. 2. Upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi í tann mun, tær eru tøkar:
1) Navn og bústað hjá framleiðara.
2) Tangasnið og tangarúmd.
3) Framleiðslunummar og framleiðsluár.
4) Sniðgóðkenningarnummar.
5) Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.
6) Um rørskipanin er einstreingjað.
7) Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.
8) Byggialdur á húsinum
Skalt tú skifta oljutanga:
Niðurgraving og uppseting av tanga
- § 7. Oljutangar skulu setast upp ella gravast niður sbrt. vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 2. Eigari skal, í seinasta lagi tvær vikur innan arbeiðið, við at grava niður ella at seta upp, byrjar, boða kommununi frá ætlanini og lata inn tekning og onnur neyðug skjøl sbrt. vegleiðing.
Stk. 3. Tangar og rør skulu ikki tyrvast, fyrr enn eigarin hevur fingið nýtsluloyvi frá kommununi.
Gamlir oljutangar:
§ 13. Tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:
1) Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.
2) Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.
3) Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.
4) Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.
Fyrst í næsta ári verður skriv sent í hvørt hús í kommununi um skráseting av oljutangum.
Les alla kunngerðina her