Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2023 14:12

Ólíkar uppstillingar í grannakommunum

Ólíkar uppstillingar í grannakommunum. Her standa Per Martin Gregersen og Tórbjørn Jacobsen við kommunumarkið (Mynd: privat)

(Sætti partur av seks greinum um politisk val í Eysturoynni)

Í Runavíkar kommunu er uppstillingin til kommunuvalini altíð óheft av partapolitikki, men innanfyri Gøtueiði er Eysturkommuna, og har hava flestu valini verið partapolitisk.

“Ongin skal ákæra meg fyri at renna ørindir fyri ein politiskan flokk.” Tað sigur ein avgjørdur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, um tað er at vera tjóðveldismaður, og samtíðis vera óheftur borgarstjóri mitt í høvuðsborgini hjá Sambandsflokkinum. 

Runavíkar kommuna er ein avleiðing av, at Nes Sóknar kommuna bleiv til tvær kommunur í 1967. Í gomlu kommununi var ikki partapolitisk uppstilling, og síðani skilnaðin hava báðar kommunurnar varðveitt hesa skipanina. 

“Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at tosa við og samstarva við fólk í øðrum politiskum flokkum – heldur tvørturímóti. Mær dámar hetta fjølbrigdið, og haldi tað vera neyðugt fyri at samfelagið skal vera nóg spennandi at vera partur av”, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hann útilokar ikki, at fyrimunir og vansar kunnu vera við báðum skipanunum, men honum dámar tó betur at uppstillingin til kommunuvalini ikki er partapolitisk.  

“Nógv orka verður brúkt til stríðið millum samgongu og andstøðu, og ofta hevur tað lítlan substans í mun til tað sum ein kommuna skal fremja í verki,” sigur hann. “Dugi satt at siga ikki at síggja hvørjir munirnir eru millum tjóðveldis- og sambandsfólk, ella fólkafloks- og javnaðarfólk, tá ið tað snýr seg um at byggja ein skúla, ein dagstovn ella eitt reinsiverk til vatnveitingina. Tú kanst sleppa undan hesum onkisigandi orðaskiftinum við at stilla upp soleiðis, sum vit gera og altíð hava gjørt,” sigur hann.

“Ongin skal ákæra meg fyri at renna ørindir fyri ein politiskan flokk.” Tað sigur ein avgjørdur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Partapolitisk uppstilling í Eysturkommunu

Ein av grannakommununum hjá Runavíkar kommunu er Eysturkommuna, sum er ein samanrenning av gomlu Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu. Gøtu kommuna plagdi at vera ein av teimum fáu føroysku kommununum, sum hevði partapolitiska uppstilling og hetta helt fram fyrstu valini eftir kommunusamanleggingina. Men á seinasta kommunuvali broyttist hetta. Tá stillaðu tríggir listar upp, og tvørpolitiski Borgaralistin, fekk reinan meiriluta. 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, er ikki so avgjørdur, tá hann verður spurdur um fyrimunir og vansar við at hava uppstillingina óhefta av partapolitikki. 

“Eg havi onkuntíð hugsað í hesum tíðarskeiðinum, at mann skuldi kanska gjørt tað politiskt kortini,” sigur hann. Tað sum hann stúrir mest fyri, er hvat kann koma ístaðin fyri partapolitisku listarnar. 

“Tað kann skjótt henda, at tað blívur ein Leirvíkslisti og ein Gøtulisti – ella kanska enntá ein Norðragøtulisti og ein Syðrugøtulisti, har onkur vinnur og onkur annar tapir. Hvat er tá vunnið við eini samanlagdari kommunu?” spyr hann. “Tá er tað blivið “bygdapolitiskt” ístaðin fyri partapolitiskt.”

Per Martin dylur ikki, at hann er fólkafloksmaður, og á næstseinasta býráðsvali stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin, men bleiv tó ikki valdur ta ferðina. 

“Eg goymi ikki beinleiðis, hvar eg standi politiskt, men tað er heldur ikki soleiðis, at eg sum borgarstjóri kalli meg fólkafloksmann,” sigur hann. Hann sær fyrimunir og vansar bæði við partapolitiskari og ópolitiskari uppstilling.

Vit stýra fyri eitt somikið lítið øki, at um onkur heldur at skatturin skal lækka, ella at normeringin á ansingarøkinum skal hækka, so blívur rættiliga lítið politiskt stríð um tað. Øll vilja, at øll í økinum skulu hava tað gott,” sigur hann.

Per Martin dylur ikki, at hann er fólkafloksmaður, og á næstseinasta býráðsvali stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Fólk standa fríari tá uppstillingin er ópolitisk

Per Martin Gregersen heldur, at ein fyrimunur við ópolitiskari uppstilling er, at fólk standa fríari, tá tey skulu velja umboð í býráðið. 

Vit hava tvey valstøð í kommununi, og tað vísir seg at vera ringt at flyta atkvøður ímillum bygdirnar. Tvey valstøð saman við nógvum listum at velja ímillum, ger tað lætt at rokna út, hvør eigur hvørja atkvøðu, sum fer av bygdini, og tað kann halda fólki aftur í at velja ein úr eini aðrari bygd. Seinast, tá bara tríggir listar vóru at velja ímillum, fluttu fleiri atkvøður millum bygdirnar,” sigur Per Martin Gregersen. Hann torir tó ikki at siga, at uppstillingin var einasta orsøkin til tað. 

Samanumtikið sigur Per Martin, at tað eru fyrimunir og vansar við bæði politiskari og ópolitiskari uppstilling. 

Tað vóru nógv sum søgdu við meg til seinasta val, at tey valdu meg ikki, um eg stillaði upp fyri Fólkaflokkin, og sjálvur hevði eg eisini havt ringt við at valt Javnaðarflokkin, sjálvt um tað var til eitt kommunuval,” sigur hann.

Spurdur um góða úrslitið hjá Borgaralistanum seinast ikki er greitt tekin um, at veljarin vil hava ópolitiska uppstilling sigur hann, at tað var helst ikki einasta orsøkin til góða úrslitið. 

Vit høvdu góð valevni, og onkur hevði verið valdur áðrenn, og onkur sum ikki bleiv valdur, hevði møguliga verið valdur, um tey høvdu staðið á einum partapolitiskum lista, so tað er ringt at siga, hvussu úrslitið hevði verið, um uppstillingin var øðrvísi,” sigur Per Martin. “Tað var eitt rák akkurát tá, har fólk ikki vildu velja politiskt, og tað var næstan ómøguligt at fáa fólk á partapolitisku listarnar,” sigur hann. 

Í gomlu Leirvíkar kommunu vóru listarnir til kommunuvalini altíð óheftir av partapolitikki, og tað hevur avgjørt havt sína ávirkan á, at uppstillingin í Eysturkommunu er blivin minni politisk. 

Ynskini um at gera ópolitiskar listar seinast, komu úr Leirvík,” sigur Per Martin Gregersen.

Tórbjørn møtir ikki á floksfundi fyri borgarstjórar

Hóast Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, ikki dylur, at hann er tjóðveldismaður, so ansar hann væl eftir at halda síni persónligu politisku sjónarmið burtur frá borgarstjórastarvinum.

Eg havi ikki spurt nakran aktivan tjóðveldispolitikara til ráðs um nakað sum helst hesi árini, og hevur Tjóðveldisflokkurin onkuntíð savna tjóðveldisborgarstjórar saman á fund, havi eg tilvitað ikki møtt á slíkum fundum, tí í Runavíkar kommunu umboði eg bert meg sjálvan, borgararnar í kommununi og listan sum stillaði meg upp,” sigur hann avgjørdur. 

Eg havi ongantíð, ongantíð, viðgjørt eitt mál eftir hvør ið politiski observansurin hjá einum umsøkjara nú einaferð hevur verið. Tað hoyrir ongastaðni heima, um tað hendir í einari kommunu,” sigur Tórbjørn Jacobsen. 

Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum við 4360 íbúgvum sambært Hagstovu Føroya (Mynd: Runavíkar kommuna)

Spurdur hvat partafólkini í landspolitikki siga um tað, at hann í onkrum føri fer ímóti teimum sum borgarstjóri og formaður í Føroya Kommunufelag, sigur Tórbjørn, at hann hoyrir ikki eitt orð frá teimum um tað, og ynskir heldur ikki at hoyra nakað frá teimum.

Tey skulu á ongan hátt ávirka mína støðu í hesum báðum sessunum,” sigur hann og leggur afturat: “Á onkrum fundi við landsstýrið hava tey sæð heldur múlatrútin út, og hava onkuntíð roynt at hevja uggjafjarðarnar, men tað hevur ikki gjørt mær nakran mun. Tey hava fingið svar uppá tiltalu, og so hevur samráðingarhuglagið lagt seg á eitt “normalt” støði aftur.”

Men er tað ongantíð komið fyri, at Tórbjørn Jacobsen, sum borgarstjóri, hevði kunnað hugsað sær, at sagt sína ærligu meining sum tjóðveldismaður? Um tað sigur hann, at tað kemur fyri, at tað “skriðar í lógvanum” eftir at gera vart við seg partapolitiskt, men at hann tíbetur hevur klárað at hildið seg frá tí.

Eisini sambandsfólk velja Tórbjørn

Vit kunnu so spyrja, um Tórbjørn Jacobsen hevði havt møguleika at blivið valdur til borgarstjóra í Runavíkar kommunu, um uppstillingin var partapolitisk? Tað heldur Tórbjørn sjálvur vera ein hypotetiskan og torføran spurning at svara. 

Var tað partapolitisk uppstilling, ja, so hevði tað líkst støðuni í t.d. Tórshavn og í Klaksvík, har flokkar gera samgongur. Taka vit meg sjálvan sum eitt tilvildarligt dømi, ja so skal maðurin í fyrstu atløgu veljast, og skal hann gerast borgarstjóri, má hann samráða seg fram til ta støðuna,” sigur hann. 

Helst hevði Tórbjørn stillað upp á einum tjóðveldislista, um uppstillingin var politisk, og hevði hann verið valdur og komið í samgongu, so hevði valið av borgarstjóra verið ein spurningur um samráðing.  

Tað kundi verið eg, men tað er kanska ikki serliga hugsandi soleiðis sum flokkarnir standa í økinum. Hinvegin hava vit eisini sæð, at løgtingsval og kommunuval kunnu vera ógviliga ymisk,” sigur borgarstjórin, sum á seinasta kommunuvali setti met við 461 persónligum atkvøðum.

Eysturkommuna er við sínum 2306 íbúgvum, fjórðstørsta kommunan í landinum Sambært Hagstovu Føroya (Mynd: Suni Justinussen)

“Tað sigur mær, at eg havi fingið atkvøður frá fólki úr øllum teimum politisku flokkunum, – eisini sambandsfólki. Hetta sigur mær eisini somikið, at veljarin til kommunuval als ikki tekur partapolitisk atlit, men heldur til hvat ið hann heldur at umboðið kann fremja í verki í einari býráðssetu,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

Í Runavíkar kommunu er støðan greið, meðan ivasamt er um Eysturkommunu

Tað er sostatt eingin ivi um, at hóast báðir borgarstjórarnir siga, at fyrimunir og vansar kunnu vera við bæði politiskari og ópolitiskari uppstilling, so er borgarstjórin í Runavíkar kommunu avgjørt tilhangari av ópolitiskari uppstilling til býráðsval, meðan starvsfelagin innanfyri Gøtueiði, Per Martin Gregersen, er meira ivasamur. Hvørgin teirra dylur fyri, hvar teir persónliga standa politiskt, men samtíðis eru báðir samdir um, at teirra persónliga flokspolitiska støða eigur ikki at síggjast aftur í dagligum avgerðum – í øllum førum ikki so leingi sum uppstillingin er ópolitisk. Í Runavíkar kommunu eru ongar ábendingar um, at uppstillingin í framtíðini fer at verða partapolitisk, meðan tað í Eysturkommunu er meira ivasamt, hvussu uppstillingin verður á kommunuvalinum, sum verður um eitt ár.  

Mynd: Snar.fo

——-

Faktaboks: Onkur hevur sagt í skemti, at í Gøtu valdu tey, mótsett øðrum kommunum, bara partapolitiskt til kommunuvalini, meðan tey til løgtingsvalini valdu lokalt. Tá stóðu tey ofta tvørpolitiskt saman um at fáa eitt umboð fyri bygdirnar valt í løgtingið.

Sætti parturEysturoyarportalurin í samstarvi við Helga Abrahamsenjournalist.