Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2023 16:41

Markus Hellisdal til Skála ÍF

Viðfest er mynd av Jóannes A. Prestá (vinstru) og Markus Hellisdal (høgru).

Skála Ítróttarfelag

Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár.

Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.

Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 min. í Betri Deildini.

“Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum” sigur Jóannes A. Prestá, formaður.