Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2023 16:50

Julia Naomi Mortensen spælir við NSÍ komandi kappingarár 

Mynd: NSÍ

NSÍ

Julia Naomi er 23 ára gomul, og kemur av Tvøroyri. Hon leikti síni ungdómsár við TB, men flutti til HB í 2017.

Í HB hevði hon Allan Dybczak sum venjara, og vunnu tey i 2019 steypakappingina hjá kvinnum. Sigast kann, at bæði okkara Heidi og Sara eisini leiktu á hesum sama liði. 

Julia Naomi hevur leika 72 dystir í Betri deilduni, og skorða heili 41 mál. Hagtøl frá faroesoccer.

Í 2021 flutti hon til Danmark at lesa, og byrjaði hon at leika við AGF. Í ár hevur hon spælt við AaB, sum fastur leikari á miðjuni. Eisini umboðar Julia Naomi okkara A-landslið.

Nú hevur hon valt at flyta heim til Føroyar aftur, og hevur hon valt at leika við NSÍ. Hetta eru vit sera fegin um. 

Spjaldur