Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2023 10:09

Bakkadrongurin Frits farin

Minningarorð

Frits er vaksin upp Norðuri á Bakka í Fuglafirði, sum var eitt satt Paradís hjá okkum smádreingjum. Har var keiin, skipini løgdu at og haðani tey loystu frá landi.

Nógv virksemi var á keiini, og her dámdu okkum smádreingjum at rokast. Mangan fóru vit umborð á skipini, og mangan vórðu vit leskaðir við eini skipskeks, tá ið vit fóru í land aftur.

Gamla træbrúgvin og loftbrúgvin vóru nakað serligt og har spældu vit nógv. Vit kastaðu glúp, og fingu nóg mikið av seiðamurti til pisurnar, ið fleiri av okkum høvdu.

Vit leitaðu eftir avbjóðingum, og tað átti loftbrúgvin, har kundu vit klúgva í fleiri tímar.

Í fjøruni heiman fyri træbrúnna var fjøran, og har høvdu vit flakarnar, ið vit plagdu at rógva langt út á fjørðin við.

So plagdu vit eisini at fara inn í smiðjuna og síggja hvat smiðjumenninir fingust við. Serliga spennandi var at síggja, tá ið teir boygdu tey gløðandi jørnini, ið vórðu nýtt til ávísar lutir.

Her vóru eingi skiltir, ið boðaðu frá, at ørindaleys onga atgongd høvdu. Smiðjumenninir tosaðu altíð blídliga við okkum ,og vit lærdu nógv av teimum.

Ein av bakkadreigjunum, ið altíð var til dystin fús, var Frits – altíð við fullari ferð.

Frits bleiv ikki hondverkari, men lærari og starvaðist meginpartin av síni tíð sum lærari við Fuglafjarðar skúla. Frits hevði skapandi gávur, og nýtti tær til lítar og fekk skapt áhuga millum næmingarnar.

Frits var góður við móðurmáli og vandaði sær altíð væl um tað.

Málningagávan til Sprotan er ein góð lýsing av Fritsi, ið sigur okkum hvussu høgt hann raðfesti móðurmálið.

Teir fyrstu málningarnir, ið Frits skapti, vóru aloftast av motivum úr Fuglafirði og Oyndarfirði.

Barnaminnini koma fram í myndum hansara. Fuglafjarðarskipini málaði hann altíð, gomlubrúgv og loftbrúnna, Leirvíksfjall, motorbátar, egningarmenn o.s. fr. Hann málaði tey góðu minnini hann hevði frá barnaárunum, hann málaði tað hann var góður við, tí tað var vakurt.

Hann málaði skúlanæmingar í skúlastovuni við sterkum litum, tí hann var góður við teir.

Frits hevði eisini tokka til bygdina Oyndarfjørð, haðani mamma hansara var ættað, og eitt ótal av málningum av vøkru náttúruni, vóru haðani – hann málaði tað, hann var góður við og hevði tokka til.

Væl dugdi hann at syngja, og væl dugdi hann at nýta góðu evnini hann hevði – og tað skuldi ganga skjótt fyri seg. Hann skipaði eftir stuttari tíð eitt gentukór, ið sang sum einglar, og sum gjørdist kent eftir stuttari tíð.

Kirkjusangari var hann í mong ár.

Saknurin av Fritsi verður stórur, tí hann var so ágrýtin, virkin og fryntligur og fekk nógv av skafti. Størstur verður saknurin hjá tær Alexandra, og hjá synum tykkara Teodor Erlingi og Jóhan við familjum, ið hann helt so nógv av.

Æra verður minni um Frits Johannesen.

Signar á Brúnni

Spjaldur