Sjóvar kommuna
Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi á Strondum nýggjársaftan.
Ætlanin er at víðka nakað um haldið í ár við kyndlagongu og báli.
Kyndlagongan byrjar við gomlu dansistovuna kl. 23. Nógvir kyndlar eru gjørdir, og vóna verður, at nógv møta til kyndlagonguna. Frá dansistovuni verður gingið út til bygdahúsið, har bál verður tendrað.
Fýrverk verður skotið á midnátt, og aftaná bjóða vit øllum inn í bygdahúsið til suppu.
Í bygdahúsinum syngja og hugna vit okkum fram til kl. 01:30, tá kommunan bjóðar øllum ókeypis til rimmar nýggjársdans við LM-BAND.
Eins og seinasta ár, er ætlanin at seta blikk upp rundan um bygdahúsið – til hetta krevjast fleiri hendur. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Bárður Danielsen, tlf. 232725.
Hjartaliga vælkomin