Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2024 07:10

Lebensunwertes Leben

Mynd: Bárður á Lakjuni

Lesarabræv

Lív, sum ikki eru verd at liva. Tað er eitt sindur yvirskriftin, sum eg siti eftir við, nú dagurin legði saman hendur, og náttin er fallin á. Tíðindini á døgurða vóru, at nýggj fosturtøkulóg er á gáttini. Frí fosturtøka til og við 12. viku, umframt eina ørgrynnu av undantøkum, sum kunnu geva rætt til fosturtøku langt forbí tær 12 vikurnar. Sera frí fosturtøka. Eisini var eitt trivaligt innslag um arvaligar sjúkur. Ein áhugafelagsskapur ynskir meiri og betri atgongd og møguleikar fyri ættarrøkt – eisini nevnt eugenik.

Sat eftir við eini tungari og óunniligari kenslu. Eisini samkenslu, tí eg eri greiður yvir, at umstøðurnar mangan eru tungar og toførar. Og at eingin kennir mein í annans bein, tað veit eg eisini væl. Kjakið um fosturtøku er bara so heilt ómetaliga álvarsamt. Sama við ættarrøkt. Tað eru so nógvir og djúpir tættir í tí. Hvat vit vilja skal sermerkja okkum sum samfelag – ja, framkomið samfelag, sum okkum dámar so væl at siga.

Eg havi altíð havt eina fatan av, at føroyingar hava eina djúpa virðing fyri lívinum. Men hetta óunniliga rákið við fríari og fríari fosturtøku, ættarrøkt og eisini aktivari deyðshjálp minnir um tað, sum gekk fyri seg í Týsklandi í 1939-1945 undir heitinum Aktion T4. Tað er haðani orðini í yvirskriftini hjá mær “Lebensunwertes Leben” eru kend – lív, sum ikki eru verd at liva. Týsku myndugleikarnir sóu tey veiku sum eina byrði fyri familjuna, fyri samfelagið og enntá fyri tey veiku sjálvi; hildið varð uppá, at tey vóru ólukkulig, og at lívið snøgt sagt ikki var vert at liva. Høvuðshugsanin handan Aktion T4 var “Volksgemeinschaft”, sum merkti, at hetta tænti samfelagnum best – at tað var “for the greater good”, sum tikið verður til. Ættarrøkt rullað fult út, kann man siga.

Nú, kristna lísvsáskoðanin, sum føroyingar í øldir hava bygt á, sigur greitt, at tú ert ikki, bara tí tú hevur evnini at hugsa sjálvstøðugt. Tú ert ikki, bara tí tú hevur eitt spakuliga spírandi ella spakuliga følnandi tilvit. Tú ert ikki, bara tí tú ert ynskt. Tú ert ikki, bara tí tú ikki bert brek. Tú ert ikki, bara tí tú ikki hevur Downs syndrom. Tú ert ikki, bara tí tú ikki manglar ein arm. Tú ert ikki, bara tí at tú ikki hevur teir førleikar, tú einaferð hevði. Tú ert ikki, bara tí eitt etiskt ráð sigur tað. Tú ert ikki, tí at ein landsstýrismaður arbeiðir við eini fosturtøkulóg. Tú ert og hevur endaleyst virði, tí tú ert. Allur sum tú ert. Øll sum tú ert.

Tað er við slíkari lívsjáttandi lívsáskoðan sum útgangsstøði, at vit áttu at gjørt skipanir við tí endamáli at lofta, hjálpa, stimbra og stuðla mammuni, barninum, ja, familjuni allari. Tískil hevði eg vónað – men heilt erligt tíverri ikki væntað – at CEF samgongan fór at koma við einum visionerum uppskoti, har lívið varð sett í fokus. Har tað kom til sjóndar, at Føroyar og føroyingar eru tjóð, sum vil lívið.

Úrslit landsstýrismansins og samgongunnar er í roynd og veru ein lóg, ið eltir eina døkka og blóðdálkaða slóð. Stóra fyrimyndin sær nevniliga út til at vera danska fosturtøkulógin frá 1973, sum í skjótt 51 ár hevur verið grundin til, at fleiri enn 900.000 fostur eru týnd í moðurlívi. 900.000. Skjótt fer at tátta í 1 millión. Talið talar týðiliga. Tað er ikki til at skilja, tó.

Lebensunwertes leben. Á denn syrgiliga fyrimynd.

Bárður á Lakjuni, tingmaður