StÍF
Vit fara at vísa allar tríggjar EM-dystirnar hjá Føroyum í bygdahúsinum á Strondum næstu dagarnar.
Dystirnir verða leiktir hesar dagar:
- Hósdagin 11. januar kl. 17.00, Føroyar – Slovenia.
- Leygardagin 13. januar kl. 19.30, Føroyar – Norra.
- Mánadagin 15. januar kl. 17.00, Føroyar – Póland.
Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn dystarbyrjan.
Bjóðið vinum, foreldrum, ommu/abba ella bara onkrum við. Stuttligari um vit eru fleiri.
Tað er ókeypis atgongd – Vit selja sunkist, sjokolátu, kaffi/te og køku.
Tað verður sera spennandi – Kom so Føroyar, kom so!
Vónandi síggjast vit!
StÍF