Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2024 10:53

5 heiðursmerkir til Sleipnir ríðingarfelag

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Sleipnir ríðingarfelag

Farna vikuskifti skipadi Føroya Íslandsrossafelag fyri ungdómshestacup í tølthøllini í Havnadali.

Úr Sleipnir rídingarfelag luttóku Lív og Simona.

Hesar ungu damurnar eru 12 og 11 ár. Seinasta summar luttóku tær í kapprídingunum Hjá Føroya rídingarfelag, har høgur fartur førur til heidursmerkir.

Í ár eru hesabádar farnar at royna seg at kappast í gonguløgum. Til ungdómshestacup er møguleiki Hjá børnum upp til 14 ár at melda seg til einkult gonguløg, har tú kappast í móti ødrum í einum gongulagi í senn.

Gonguløgini eru fet, trav, tølt og lop (tvíspor)

Hetta er ein gódur møguleiki hjá nýbyrjarum at royna seg og læra at rída ymisku gonguløgini.

Lív og hesturin Dropi, sum í heyst vunnu gull heidursmerki í trav til heystkapprídingina Hjá Føroya rídingarfelag í Marknagili, høvdu hesaferd meldad seg til tvey gonguløg, nemliga trav og fet.

Dropi er ein gódur travari.

Úrslitid var nemliga, at Lív og Dropi vunnu eitt silvur-heidursmerki í trav.

11 ára gamla Simona, sum í summar hevur luttikid í tvíspor fyri ung vid hestinum Kiljan, hevur eisini “saðla um” og er saman vid Lív farin at royna seg vid gonguløgunum.

Kiljan er ein skjótur hestur, hann og Simona vunnu silvur heidursmerki í tvíspor á ólavsøku, og bronsuheidursmerki vid Leynavatn.

Simona hevur vant eitt sindur, og til hesa kappingina valdi hon at luttaka í fet vid hestinum Gígur, og í trav, tølt og lop vid Kiljan.

Úrslitid var at Simona vann heidursmerki í øllum 4 gonguløgunum.

Bronsu í fet vid Gígur, og vid Kiljan vann hon bronsu í trav og lop, og eitt silvur heidursmerki í tølt.

Ikki annad kann sigast enn at hetta var ein gódur dagur Hjá okkara ungu reiðgentunum. Tær vóru meldadur til 6 ferdir og komu heim til eysturoynna vid 5 heidursmerkjum til Sleipnir rídingarfelag.

Tær hava nú fingid blód uppá tonna og venja nú fram í móti at luttaka í sverari greinum sum V5, har skiftast skal millum 4 gonguløg í somu roynd. Meira um hetta seinni.

Vit í Sleipnir rídingarfelag takka Føroya Íslandsrossafelag fyri eina góda kapping og ynskja øllum vinnarunum tillukku vid heidursmerkjunum.

Vinnarirnir í tølt
1. Bjørk og Kongur
2. Simona og Kiljan
3. Jóna og Leiknir
Vinnarir í fet
1. Bjørg og Gylling
2. Julia og Vorboði
3. Simona og Gígur
Vinnarir í lop
1. Bjørg og Freyr
2. Edna og Vífill
3. Simona og Kiljan
Vinnarir í trav
1. Jóna og Bjørk
2. Lív og Dropi
3. Simona og Kiljan