B68 boðar frá, at danin Sebastian Lau Nielsen, hevur gjørt ein 1 ára sáttmála við felagið.
Hetta lá tó ikki í kortinum, eftir at kappingarárið í fjør endaði. Tí tá boðaði 27 ára gamli danin frá, at hann fór aftur til Danmarkar.
Men nú er so avtala gjørd, at partarnir halda áfram við samstarvinum í minsta lagi eitt ár afturat.
Av Toftum frættist eisini, at veteranurin Alex Mellemgaard, sum kom til felagið í fjør, er givin og verður tískil ikki at síggja á Toftum í ár.