Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2024 10:43

Specktors á G! 2024 – Kúllarnir, sum rokka dansigólvið

Tíðindaskriv/ G festival

Tónleikastjórin á G! lovaði veitslu, og veitsla skal tað verða. 

Specktors, kúllarnir úr Danmark, hava rungað úr hvörjum diskoteki í danska býarlívinum í fleiri ár. Tónleikurin er lættur at skilja, tá ið basstrumman slær fýra í gólvið. Men tak ikki feil, Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað.

Tá ið Unz, Unz, Unz, Unz fer í gongd vita vit, at öll tey dansiglaðu koma tysjandi, tí tá verður ringt inn til veitslu.

Vit síggjast á dansigólvinum á G! 2024, tá ið Specktors taka yvir!

Spjaldur