Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2024 14:30

Jóhann gjørt sáttmála við B68

Mynd: B68

B68 boðar í dag frá, at Jóhann Hansson Joensen, sum hevur royndarvant við felaganum í ár, hevur gjørt sáttmála.

Jóhann Hansson Joensen spældi í fjør við 07 Vestur. Áður hevur hann eisini umboða EB/Streym og B36.

Hann er sambært Faroesoccer skrásettur fyri at hava leikt 65 dystir í bestu deildini og skotið 6 mál.