Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2024 20:00

Grót á vegnum og skriða lopin (Myndir)

Í dag varnaðust fólk, at á gamla Leirvíksvegnum var stórt grót komið oman á vegin. Meðan niðanfyri sjálva bilverjuna á sama vegastrekkið, var ein stór skriða lopin, sum hevði oyðilagt eina vatnleiðing inn til bygdina.

Arbeiðsfólk hjá kommununi komu á staðið, har grótið var ruddað vekk og vatnleiðingin gjørd aftur.

Myndir: Eysturoyarportalurin