Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.02.2024 10:37

Ragnar Steinholm næstu tvey árini

Mynd: NSÍ

NSÍ

NSÍ gjørdi í gjár sáttmála við av ungu evnaríku leikarunum í felaganum.

Felagið skrivar:

NSÍ og Ragnar Steinhólm hava í kvøld skrivað undir ein 2-ára sáttmála. Ragnar er ein av teimum ungu evnaríku leikarunum, ið er uppaldur við Løkin.

Nú kappingin nærkast verður síðsta hond løgd á hópin hjá NSÍ. Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at hópurin er ein góð blanding av royndum og ungum leikarum. Hetta hevur nevndin lagt dent á.

18 ára gamli Ragnar hevur spælt 10 dystir við besta mansliðnum hjá NSÍ, og hartil hevur hann í vaksnamannafótbólti umboðað næstbesta liðið og U21-liðið hjá NSÍ. Hetta er blivið til íalt 67 dystir og 16 mál.

Í ár fara vit uttan iva at síggja Ragnar fyri fyrstu ferð í Betri-deildini, nú felagið er aftur at finna millum tey bestu. Hetta gleða vit okkum til.