Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2024 09:59

Hósdagin leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram

Landsbankin nevnd 2021

Landsbanki Føroya

Hósdagin 29. februar leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Varpinum í Klaksvík klokkan 10.00.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand. merc.aud
Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.