Bóndafelag Føroya
Bóndafelag Føroya fýlist inná landsstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, eftir samrøðu í degi og viku í gjárskvøldið. Bóndafelag Føroya sigur soleiðis í skrivið í morgun:
Í degi og viku í gjárkvøldi, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, soleiðis um uppskotið til ferðavinnulóggávu:
”Endamálið við teimum hoyringarfundum sum vóru var sjálvandi at viðgera lógaruppskotið út í æsir, og tað er blivið gjørt.”
Hetta er ósatt. Á teimum trimum hoyringsfundunum, sum bóndafelagið var til, slapp felagið ikki so mikið sum at síggja lógaruppskotið. Tí hevur uppskotið sjálvandi ikki verið viðgjørt út í æsir, sum landsstýrismaðurin vil vera við. Í veruleikanum hevur sjálvt uppskotið ongantíð ligið á borðinum, við undantaki av § 1.
Tað er tí bæði átaluvert og fulkomuliga burturvið at Høgni Hoydal roynir at billa fólki inn, at lógaruppskotið hevur verið viðgjørt út í æsir á hoyringarfundum, tá veruleikin er tann beint øvugti.