Hvørjum flagga vit fyri? Soleiðis spurdi ein tjóðveldiskvinna meg, tá eg – ikki sørt errin – sum ungur landsstýrismaður boðaði frá, at eg hevði broytt flaggkunngerðina soleiðis, at Føroyar eru mær kunnugt einasta land í heiminum, sum hevur gjørt Altjóða Kvinnudagin til almennan flaggdag.
Og tað var sjálvandi rætti spurningurin at seta. Hvørjum flagga vit fyri Altjóða Kvinnudagin? Og er hetta ikki bara pynt sum skal látast, at okkurt er vunnið ella framt ella virt, ið als ikki er tað? – Jú, soleiðis kann tað væl síggjast.
Men vit kunnu eisini síggja tað so, at vit flagga Altjóða Kvinnudagin fyri tí tí stríði fyri javnstøðu og javnrættindum, sum kvinnur hava stríðst í øldir. Her heima og um allan heim. Vit flagga fyri, at stríðið skal halda fram og styrkjast, tí tað er ikki vunnið og verður ikki vunnið, uttan at tað heldur fram hvønn dag – nú, og í ókomin ættarlið.
Eins dundrandi errin eg eri av tí kvinnustríði, javnstøðustríði og teimum framstigum, sum eru hend við tjóðveldiskvinnum sum undangongufólki í okkara flokki, í politikki, fakfeløgum, felagsskapum og samfelagnum sum heild. Eins greiður eri eg um, hvussu nógv vantar í veruligari javnstøðu í samfelagnum – í politikki og valdsstovnum, í vinnulívinum, í mentan og list, inntøkubýti, frælsisrættindum, ábyrgdar- og uppgávubýti og í uppgerðum við stættarmunir og sosialar fastgróvnar skipanir og fordómar.
Og eins greið mugu vit noyða okkum at síggja ta altjóða støðu, sum kvinnur um allan heim eru í, har vaksandi ójavnin millum heimsins fólk og tjóðir, kríggj og blóð og eldur og vitleyst harðskapsvald vindur uppá seg, sum grevur allar gjáir djypri. Har vit vit kanska hava billað okkum inn og vónað, at gjáirnar vóru farnar at grynnast við altjóða mannarættinda- og javnstøðusáttmálum.
So hvørjum flagga vit fyri? – Fyri tí stríðnum, sum er strítt higartil og teimum, ið hava gingið og ganga undan. Og fyri, at tað skal halda áfram í øllum lutum í ókomnum tíðum.
Góðan Altjóða Kvinnudag.
Bestu kvøður
Høgni Hoydal