Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2022 21:30

Stimitúr við Grinkil/FD 563 á Skálafjørðinum

Myndir: Tórbjørn Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen hevur hesa frágreiðing inni á sínum Facebook vanga í kvøld. Vit geva honum orðið:

Tey, sum standa aftan fyri verkætlanina Grinkil/FD 563, høvdu í kvøld bjóðað Runavíkar býráði ein stimitúr við motorinum, sum sjálveigandi grunnur, við sama heiti, eigur. Sum man plagar siga, ongin og øll eiga.

Eftir ein tíma á fjørðinum serveraði formansfrúan, Eyð, ein fiskarætt fyri okkum í neystinum, meðan formaðurin greiddi frá gongdini í málinum, hvussu langt man er komin, og hvat ið nú er eftir at gera.

Longu í hesi vikuni verður báturin yvirdekkaður við plastdúki, og síðan verður farið í holt við at sláa nýtt dekk í hann. Eftir tað er nakað av lúnningini eftir at umvæla og at fáa búkin (lugarið og lastina) umvældan til eina kahytt.

Tað er eitt lið av fólki sum javnan, einaferð um vikuna, tekur hond í við umvælingin, fyri tað mesta handverkarar í ymsum fakum. Alt sjálvboðin arbeiðsmegi.

Formaðurin væntaði at nýtt dekk er í honum fyri jól, soleiðis, at motorurin aftur kann brúkast sum jólaskip í ár.