Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2024 15:25

Pop-up Marknaður í Skótahúsinum við Løkin

Tíðindaskriv

Í endanum av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, verður ein spennandi Pop-up Marknaður í Skótahúsinum við Løkin. Til samans verða yvir 25 lítlar fyritøkur, nethandlar, listafólk og tónleikarar á staðnum hetta vikuskiftið. 

Vikuskiftið byrjar við einum Kvinnukvøldið, ið verður fríggjakvøldið 26.04. Á skránni verða millum annað munnbitar við laksi frá Bakkafrost og køku-munnbitar frá Dreymakøkunum hjá Rannvu. Eisini verða nógv innsløg á skránni við m.a. tónleiki har Hervør Á Torkilsheyggi, Ása Helena Brynjarsdóttir og Marjun Wolles koma at framføra.

Atgongumerkini til kvinnukvøldið kosta 300,- og verða at fáa á www.popupmarknadur.fo frá 13.03. 

Leygardagin og sunnudagin verður eisini nógv spennandi á skránni og tá eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja inná gólvið.

Her eru nøkur av teimum, ið verða við til vikuskiftið. 

Gosbað.fo

Linda – Lekkur undirklæðir

Gunnvá

Quinnacboutique

Hespan.fo

Lív Skarðsá

Vanja Justinussen Kovacs 

Tupperware

OmmaBlomma

Gunnrið Hondgjørt

Haraldsdóttir Handmade

Ravna

Kitt Creations

Baaaaa-Beintah 

Akker – Marita Á Lakjuni

Eia.Veia

Fjákut Gás

Babyboom.fo

Labbin.fo

Mynta.fo

IDesign.fo

All about you, Føroyar

Absalonsdóttir 

Meira um tiltakið á facebook síðuni Pop-up Marknaður.