Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.03.2024 20:56

Ungi føroyingurin skoraði í fyrsta dystinum

Mynd: Kristiansund BK

16 ára gamli Aron Benjaminsen, sum fyrr í vikuni skifti frá Skála til Kristiansund BK, sum í ár aftur skal spæla í Tippeligaen eftir eitt ár í næstbestu deildini, fekk bæði fekk debut og skoraði á bestaliðnum í dag.

Hann skeyt einsamalla málið fyri Kristiansund ímóti Levanger FK, í einum dysti sum var leiktur í Frøya Storhall, og sum endað við javnleiki 1-1.

Aron byrjaði á beinkinum, men var innskiftur tá byrja var uppá seinna hálvleik. Og honum nýttist ikki nógvar minuttir, áðrenn hann hevði leikt nýggja felag sítt á odda 1-0. Levanger javnaði við brotssparkið løtu seinni, sum eisini var endaliga úrslitið.

Sostatt ein góð byrjan hjá unga føroyinginum, sum nú er byrjaður sína yrkisleið uttanlands.