EB/Streymur skrivar soleiðis á heimasíðu síni, eftir at danin Robert Marcus er fingin inn at styrkja um miðvøllin hjá sundalagsmonnum:
Robert Marcus er 20 ára gamal og hevur longu leikt 20 dystir í næstbestu donsku deildini, hóast sín unga aldur. Robert verður lýstur sum ein hart arbeiðandi og sterkur miðvallaleikari við stórum evnum.
Marcus er komin frá FC Helsingør har hann er leigaður.