Víkingur vann fyrstu veruligu styrkisroyndina í hesum kappingarárinum, tá ið teir í kvøld vunnu 2-1 á HB, sum kann roknast við at fara at verða ein partur av meistaraskapsstríðnum.
Málini hjá heimaliðnum skutu Géza Dávid Turi (36 min) og Finnur Justinussen (56 min), meðan málið hjá HB skeyt nýggji leikarin Jacob Johansson (73 min).
Sí myndir frá dystinum í Sarpugerði, sum Egin Tollaksson Kass tók fyri Eysturoyarportalin














































