Eysturoyarportalurin skilur, at eini 30-40 traktorar fara í morgun mótmælisgongu til Havnar ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, um lógaruppskotið Gongd i haga, sum er á skrá í løgtinginum seinni í dag.
Traktor-fylgi (konvoyin) byrjar at koyra úr Norðoyggjum nú í morgun og so leggast traktorar aftrat, so hvørt sum komið verður suður ímóti Havnini.
Eisini Útoyggjafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið, o.o stevna á løgtingið í dag til stórt mótmælistiltak.
Løgtingsfundurin byrjar kl. 10.00 og uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) er 7. mál á skránni.