Sjóvar kommuna
Mikukvøldið 3. apríl kl. 19.30 verður stórt sangtiltak við Stranda sangkóri í bygdahúsinum á Strondum.
Á kvøldinum verður dentur lagdur á nógvan og góðan felagssang, umframt at staðbundin fólk fortelja skemtisøgur. Eisini framførir Stranda sangkór hugtakandi og góðar sangir, sum tey hava vant í vetur.
Tiltakið verður í stóra sali, so tørvur er á stórari fjøld fyri á fáa felagssangin á flog.
Lagkøka v.m. og kaffi/te kunnu njótast við café-borðini, sum verða sett upp í stóra sali.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin í bygdahúsið til sang og hugna.