Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2024 10:57

Strálan 35 ár

Sjóvar kommuna

Kvøða frá Sjóvar kommunu nú Ungmannafelagið Strálan fyllir 35 ár:

Ungmannafelagið Strálan varð stovnað 1989 og hevur tískil 35 ár á baki.

Strálan hevur bygt eitt neyst við bátahylin í Heygsstøð. Í kjallarahæddini standa kappróðrarbátarnir. Á miðhæddini er venjingarhøli, sum bleiv tikið í nýtslu 1. juni 2021.

Í 1991 fekk felagið sær kappróðrarbátin Stráluna. Seksmannafarið Strálan hevur verið mannað við monnum og onkur ár við kvinnum. Menninir hava verið føroyameistarar 4 ferðir, tað var í 1991, 1992, 2000 og 2001.

Í 2004 fekk felagið eitt nýtt seksmannafar, sum fekk navnið Strálan. “gamla Strálan” hevur fingið navnið: Stjørnan.  Eisini fekk felagið eitt nýtt fimmannafar í 2005, sum fekk navnið Strípan.

Skírsdag var hátíðarhald í bygdahúsinum har skipað varð fyri stórum páskareggjatombola, og Strálan bjóðaði kaku og kaffi.

Sjóvar kommuna ynskir Stráluni hjartaliga til lukku við árunum.