Nes prestagjald
Tað er okkum ein gleði, aftur at bjóða til “Kvirru í Nes kirkju”.
Kvirra í Nes kirkju er kvirra í kærum kørmum. Høvið er at hugsavna seg um eitthvørt, biðja stillar bønir ella lesa úr bíbliu sum andaktsbókum, ið eru tøkar í kirkjuni.
Tað er Karen Elkjær Abrahamsen, sum stendir fyri hesum – t.e. at hon letur upp kirkjuna og skipar karmarnar.
Onkuntíð er prestur við. Onkuntíð verður byrjað við meditativum tónleiki.
Undir vanligum umstøðum er hetta hvønn 1. og 3. hósdag í mánaðinum í umleið ein tíma frá kl. 17.00.
Vælkomin øll