Akraberg fer væntandi at sigla heim mánakvøldið, har teir so fara at landa til Havsbrún, sigur Thorfinn Johannesen, skipari.
Umborð hava teir 1.100 tons, sum teir hava fiska í norska partinum av Barentshavinum. Veiðan er mest toskur. 500 tons er av ensilagen, sum er surløga høvd, livur og innvølður sum verður tikin við til lands.
Akraberg fór til fiskiskap tann 28 februar.