Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2024 09:30

Ástaðarfundur í Hósvík

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Hósdagin 18. apríl 2024 kl. 1000.

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Møtt verður á Rættarvegi við Toftá í Hósvík

Til viðgerðar: 

Umsókn frá stigtakarum um loyvi at gera ein gongubrúgv yvirum Toftá, Frammi í Liða í Hósvík, gøtu frá brúnni til verandi gøtur báðumegin ánna, og seta ljós upp framvið.


Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.


Vinarliga

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

Spjaldur