Greipuvinnarnir úr Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á liðnum, leiktu í gjárskvøldið á útivølli ímóti Fram í íslendsku landskappingini. Og tað eydnaðist við tógvið stríð og nakað av hepni, at hála ein 1-0 sigur í hús.
Gunnar leikti allar 90 minuttirnar í miðverjuni, har hann eisini fekk eitt gult kort móti dystarenda.
Eftir tvey leikumfør eru Breiðablik, KR og Víkingur Reykjavík fremst við fullum stigatali.
Komandi dystur hjá Víkingi Reykjavík er sunnukvøldið 21. apríl, tá ið føroyingaruppgerð er á skránni. Tá taka Gunnar og liðfelagarnir ímóti Patriki Johannesen og liðfeløgunum í Breiðablik á heimavølli.