Vegurin til Elduvíkar hevur sæð (nógv) betri dagar.
Um tað er tí, at so fáar stemmur eru at heinta, ella tí bygdin ikki hevur nakra stórvegis vinnu, er ikki til at vita.
Men greitt er, at politiska skipanin sær ikki út til at geva hesum vegastrekki stóran ans.
Elduvíkingar eiga ongan góðan á løgtingið, tað er so púra víst, um hugt verður eftir filmsbrotinum, sum ein lesari hevur sent Eysturoyarportalinum.