Í gjár, 19. apríl, var ársaðalfundurin hjá Kommunufelagnum hildin á Hotel Føroyum.
Á skránni fyri aðalfundin var millum annað formansfrágreiðingin, sum Tórbjørn Jacobsen bar fram. Eisini var uppskot til nýggjar viðtøkur fyri felagið viðgjørt. Gestarøðari á aðalfundinum var Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í kommunumálum.
Niðanfyri er viðfest talgilda útgávan av ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum.