Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2024 13:57

Ársins mentanarvika í Runavíkar kommunu er um at verða liðug

Tíðindaskriv

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur nú verið í gongd í eina viku, og ein ørgrynna av tiltøkum hava verið á skránni. Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna frá bæði lokalum og gestum úr øllum landinum. 

Hóast vit nú nærkast endanum av ársins mentanarviku, er nógv spennandi eftir at uppliva.

Leygardagur

Í funningi er stórt víkingatiltak fyri børn við heitinum ”Grímsleikir,” og í Æðuvík eru Bóndagarðsdagar fyri alla familjuna, retro-kafé og pubquiz, felagssangur og konsert við Jens Marna Hansen og Sámali Ravnsfjall í neystinum hjá Karhild. Pop-up marknaður er í Skótahúsinum við Løkin alt vikuskiftið umframt mangt annað.

Sunnudagur

Umframt víkingatiltak og annað hendan dagin, eru forkunnugar konsertir eisini á skránni. Kl. 14-15 spæla Lív Næs og Tróndur Enni í hugnaligu kirkjuni í Elduvík. Eftir konsertina hevur skúlin opið, har drekkamunnur er at fáa og til ber at síggja myndir frá myndaskeiðnum, sum var í Elduvík fríggjadagin 26.apríl. 

Kl. 15.00 hevur hevur Bergur D. Hansen fyrilestur um Viderø og vitalismu í Glyvra kirkju. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, innleiðir. 

Ársins Mentanarvika endar í Rituvíkar kirkju, har Døgg Nónsgjógv spælir nøkur løg av EP’ini  ”Døggfallin” umframt nøkur spildurnýggj løg.

Sí alla skránna og nærri kunning á mentanarvikan.fo

Myndir: Rógvi Langgaard